Bindihugni hjá Krabbameinsfelagnum

Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Hóskvøldið 29. oktober kl. 18.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein.
Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.
Vit fáa eitt lítið ábit, ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman. Tilmelding niðanfyri.