Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bindihugni í Eygastovu í Norðagøtu

17/11/2025 19:00

Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Mánadagin 17. november kl. 19.00 skipa vit aftur fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein. Hesa ferð í Eygastovu í Norðagøtu.

Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.

Vit fáa ein góðan drekkamunn við Rís a la mande og hugna okkum saman.

Kennir tú onkran, sum kundi havt hug at verið við, ert tú vælkomin at deila hesa lýsing.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi fríggjadagin 14. november kl. 15.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.