Gongutúrur frá Sundshálsi til Havnar
.jpg)
Hósdagin 22. oktober kl. 16.00 fara vit at ganga frá Sundshálsi um Kleynisvarða til Havnar. Hetta er ein lættur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við Gellingarklett og fara til gongu kl. 16.00.
Fyrivarni verður tikið fyri veðrinum, um neyðugt er at avlýsa túrin, verður hetta kunngjørt á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á facebook vanganum hjá Krabbameinsfelagnum.
Vit fara til gongu kl. 16.00, frá staðnum har túrarnir byrja, møti í góðari tíð.
Kontakt: Marjun Holm - telefon 221466
.jpg)