Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Samrøðubólkur fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur

2/11/2026 13:00
Grønlandsvegur 58, í Havn

Ætlanin er at byrja bólk fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur 2. november - Samrøðubólkurin er fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur. Vit eru saman 5 ferðir, har starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum leiða bólkin.

Endamálið við bólkinum er at hitta onnur í somu støðu, skapa rúm til at seta orð á tær kenslur, tankar og avbjóðingar, sum tað kann føra við sær at hava foreldur, sum hevur krabbamein.

Bólkurin byrjar mánadagin 2. november og vit hittast síðani mánadag 14. desember, mánadag 25. januar , mánadag 22. februar og  mánadag 22. mars. Allar dagar frá kl. 13.00 –15.00.

Tilmelding niðanfyri ella ring og hoyr nærri á telefon 317959.

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.