Tá krabbameinsviðgerðin er liðug – men lívið er broytt
.jpg)
Krabbamensfelagið skipar fyri tiltaki um seinfylgjur hósdagin tann 3. september kl. 18.00 á Hotel Føroyum, boða frá luttøku niðast á síðuni.
Mental meistran eftir viðgerð fyri krabbameinssjúku snýr seg ikki um at gerast tann, sum tú vart áðrenn sjúku. Tað snýr seg um at gerast tilvitað/ur um tann, tú ert vorðin, og at finna dirvið til at liva víðari við lívsgóðsku, vón og meining.
Nógv halda, at lívið verður sum áður, tá krabbameinsviðgerðin er liðug. Men hjá mongum verður tað í staðin byrjanin til eitt nýtt lív. Eitt lív, har seinfylgjur framvegis seta síni spor í kroppinum, tonkunum, sambondunum og gerandisdegnum.
Kanska kennir tú varandi møði, ótta, órógv, stúranir, einsemi ella kensluna av ikki longur at vera tann, tú vart. Mong uppliva eisini, at umhvørvið væntar, at tey eru sum tey vóru áðrenn. Men innast inni stríðist tú framvegis við avleiðingunum av sjúkuni.
Í hesum fyrilestri setur Inge Kaldahl orð á tær ofta ósjónligu sálarligu, sosialu og eksistentiellu seinfylgjurnar, sum krabbameinssjúka kann føra við sær. Hon lýsir, hvussu seinfylgjur kunnu ávirka samleika, sjálvsfatan, sambond og lívsgóðsku – eisini langt eftir, at viðgerðin er liðug.
Mental meistran snýr seg ikki um at hugsa jaliga ella leggja sjúkuna aftur um seg. Tað snýr seg um at skilja egnar reaktiónir, finna fótafestið aftur og fáa eyga á nýggjar møguleikar at liva eitt lív við innihaldi og meining – eisini tá lívið er broytt.
Við støði í meira enn 30 ára royndum við menniskjum, ið eru rakt av álvarsligari sjúku, miðlar Inge fakliga vitan, persónligar frásagnir og ítøkilig amboð til mentala meistran. Tú fært íblástur til at møta tær sjálvari/sjálvum við størri umsorgan, handfara tær avbjóðingar, sum seinfylgjur kunnu hava við sær, og styrkja vón, lívsdirvi og lívsgóðsku.
Fyrilesturin vendir sær til fólk, ið liva við seinfylgjum eftir krabbameinssjúku, teirra avvarðandi og øll, sum ynskja eina djúpari fatan av lívinum eftir krabbamein.
Um Inge Kaldahl
Inge Kaldahl er cand.pæd. í námsfrøðiligari sálarfrøði, sjúkrarøktarfrøðingur og systemisk-narrativur familjuterapeutur.
Í meira enn 30 ár hevur hon fylgt menniskjum, tá lívið hevur verið mest viðbrekið. Hon hevur starvast sum ráðgevi og leiðari fyri ráðgevingini hjá Kræftens Bekæmpelse í Aalborg, arbeitt á hospice og innan psykiatriina, umframt verið í humaniterum hjálpararbeiði hjá Móður Teresu í Calcutta í India.
Hon verður ofta lýst sum „ein lívsgevandi sál við dirvi at vera til staðar í tí trupla“ og sigur um seg sjálva, at hon er „ein fylgisveinur í tí óberiliga“. Við nærveru, fakligari dygd og djúpum menniskjaligum kunnleika hjálpir hon fólki at finna meining og nýggjar møguleikar, tá lívið ikki gjørdist, sum tey høvdu vónað. Í dag rekur hon Psykologiske Livssamtale Praksis i Aalborg.