Heim
Fá hjálp
Fyribyrging
Um krabba
Um felagið
Stuðla
Stuðla
Tíðindi
15/9/2025
Gongutúrur í Hoydølum hósdagin 18. september kl. 16.30
Hósdagin byrjar nýggi gongubólkurin hjá Krabbameinsfelagnum.
6/6/2025
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Um viðrar fara vit ein gongutúr niðan á Klakk, í Klaksvík, mikudagin 11. juni kl. 17.00. Vit møtast á parkeringsøkinum hjá Tekninska skúla og koyra saman niðan á Háls, har fra vit fara til gongu. Aftaná verður ábit og drekkamunnur at fáa.
5/6/2025
Samrøðubólkur fyri kvinnur, sum eru varandi sjúkar av bróstkrabba
At vera varandi sjúk og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
4/6/2025
Netverksbólkur fyri avvarðandi
Netverksbólkurin er fyri teg, sum er avvarðandi til ein sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur avvarðandi.
3/6/2025
Bindihugni hjá Krabbameinsfelagnum
Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Hósdagin 19. juni kl. 18.00 skipar vit aftur fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein. Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.
2/6/2025
Saman um krabbamein – landsinnsavning 26. oktober 2025
Sunnukvøldið 26. oktober 2025 verður stóra landinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum Saman um krabbamein send beinleiðis í sjónvarpinum.
19/5/2025
Qigong í Klaksvík við Krabbameinsfelagnum
Qiong venjingar fyri fólk, ið eru varandi sjúk av krabbameini og fólk, sum hava seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð, byrjar í Klaksvík týsdagin 3. juni.
18/5/2025
Skeið fyri avvarðandi hjá krabbmeinsjúklingum í "Síðstu hjálp"
Síðsta hjálp gevur tær vitan og førleikar um, hvussu tú sum avvarðandi kann vera um og stuðla einum, sum er doyggjandi.
17/5/2025
Bólkur fyri ung ímillum 18-39 ár, sum hava ella hava havt krabbamein
At vera ungur og hava krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin og seinfylgjur við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.v Hetta eru sera vanligir spurningar.
12/5/2025
Hugnaløta í felagshúsinum Ólastova
Stuðulsfelagið hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy skipar fyri hugnaløtu, fyri fólki, sum hava, ella hava haft krabbamein.
30/4/2025
Krabbameinsfelagið havt aðalfund
AÐALFUNDUR: Krabbameinsfelagið hevur júst havt aðalfund. Nevndin hevur skipað seg, og samstundis er eisini ársfrágreiðingin frá felagnum komin út.
22/4/2025
Kunning viðvíkjandi fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
Frá 1. mai verður fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 - 64 ár, og fylgir sostatt ”tilmæli 17 í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2022”
11/4/2025
Aðalfundur
Týsdagin 29. apríl kl. 19.00 verður aðalfundur hjá Krabbameinsfelagnum í hølum felagsins á Grønlandsvegi 58, í Havn. Skrá sambært lógum felagsins.
Previous
Sí fleiri