Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

Oktober verður um allan heim róptur ljósareyður oktober, tí tá verður varpað ljós á bróstkrabba.
Í Krabbameinsfelagnum hava vit gjørt av, at í ár er ljósareyði oktober fyri øll. Vit fara at leggja dent á felagsskap og rørslu, og endamálið er at skapa høvi hjá fólki at hittast, vera saman og taka lut á ymiskan hátt. Tiltøkini eru fjølbroytt og eru spjadd um landið. Øll eru vælkomin.
Trýst á leinkjurnar niðanfyri fyri at lesa meira um tiltøkini.
Skrá fyri oktober
7. oktober - Mikudagin 7. oktober kl. 16.00 verður skipað fyri felags gongutúri í Trongisvági
9. oktober - Mini hyrox og saunagos by night í Ven í Miðvági frá kl. 19-21
11. oktober - Varmakeldugarðurin skipar fyri familjudegi við skattaveiðu frá kl. 13-16
15. oktober - Gongutúrur við Marjun Holm úr Kirkjubø til Havnar, fari verður til gongu kl. 16
16. oktober - Felagsdypping við Hallu Nolsøe verður á Sandegerði kl. 19
17. oktober - Renn og gakk við Treystinum í Klaksvík kl. 11
17. oktober - Dypping á Borðoyavík kl. 12.00
18. oktober - Stuðulsrenning hjá Bragdinum verður á Tórsbreyt kl. 16
20. oktober - Gongutúrur við Marjun Holm út á Trælanípuna, fari verður til gongu kl. 16
21. oktober - Venjing í Fysioteapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsið kl. 16-17
24. oktober - Súkklu og aerobic maraton í Yndi kl. 9-13
26. oktober - Fyrilestur við Hans Pilgaard í Smæruni kl. 18, tilmelding neyðug
29. oktober - Hugnaløta í Ólastovu í Trongisvági kl. 16
29. oktober - Bindihugni á Grønlandvegi 58, í Havn kl. 18.30, tilmelding neyðug
31. oktober - Gakk og renn saman við Frælsinum í Miðvági kl. 10-11
31. oktober - Dypping og dyppimikk við Alduni í Miðvági kl. 11